Heidi Vinther, sum býr í ísraelska býnum, Maalot, er enn saman við familju sínari í Tel Aviv. Tá Maalot júst varð rakt av rakettálopum frá Hizbollah, helt familjan til í einum bumbuskýli og livdi av dósamati. Men eftir eina viku flýddu tey til Tel Aviv. Har fóru tey at vitja nøkur vinfólk fyri at finna tryggleika. Nú hava tey verið har í nakrar vikur og hava tað gott:
- Tey hava tað framúr í Tel Aviv. Børnini eru sloppin at spæla við í einum orkestri, og Heidi og maðurin hjálpa til við einari legu, sum er í Tel Aviv í hesum døgum. Tey eru so mikið langt suðuri í Ísrael, at har er eingin vandi á ferð, sigur mamma Heidi, Tita Vinther, sum situr heima í Føroyum og fylgir við støðuni hjá dóttrini.