Byrja helst upp á Suðuroyartunnilin um eini tvey ár

Tað er óskiljandi, at hann ikki er við í nýggja samferðslupakkanum hjá samgonguni, sigur formaðurin í fíggjarnevndini

Brúkaragjøldini skulu helst burtur, heldur formaðurin í fíggjarnevndini

Tað er gott, at vit nú hava sett hol á kjakið um samferðsluna í Føroyum. Tað heldur Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og formaður í fíggjarnevndini, nú Løgtingið umrøður samferðslupakkan hjá samgongun. Men hann heldur, at samferðslupakkin eigur at verða nógv meiri umfatandi enn hesi pakkin er.  Eitt nú heldur hann, at tað er óskiljandi, at Suðuroyartunnilin ikki er við og spurningurin um at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni er heldur ikki við.

 

Tí sigur Erhard Joensen, at samgongan má viðgera ein samferðslupakka afturat, har øll viðurskifti eru við. Hann sigur, at Suðuroyartunnilin verðu rnógv dýrasta verkætlan í Føroya søgu, og tað verður helst farið undir hann um tvey ár. Men tað krevst so, at fyrireikingarnar byrja nú av álvara.

 

Hann tekur undir við, at bæði Suðuroyartunnil, hinir undirsjóvartunlarnir og ferjurnar hjá Strandferðsluni, skulu fíggjast samhaldsfast. Tað merkir, at brúkaragjøldini skulu burtur, ella í hvussu so vera so lág sum gjørligt fyri at fáa so góða samfelagsnyttu burtur úr íløgunum sum gjørligt.

 

Brúkaragjøldini skulu helst burtur, heldur formaðurin í fíggjarnevndini