Byrja hondbóltsárið í Vági

Bæði liðini hava seinnu árini verið frammarliga í føroysku kvinnukappingini, og tí er dysturin í dag kanska eitt slag av styrkisroynd.

Hjá VB er talan tó um ár eitt eftir Daivu Toumaite, sum hevur verið avgjørdi lyklaspælarin í fleiri ár, og tí verður spennandi at vita, hvussu nýggju spælararnir lyfta arvin.

Hjá Neistanum er talan um eitt hampuliga nógv umskipað lið, eftir at liðið í summar hevur sagt farvæl við fleiri av berandi spælarunum.