Ólavur í Beiti
rithøvundur
Men hetta at til hvønn fund hjá Mentanargrunninum verður byrjað á berum, sigur mær kanska, at formaðurin meinar við at allir umsøkjarar hava sama møguleika at fáa, tá nýggju umsóknirnar skulu viðgerðast! Tað vil siga at byrjað verður á ground zero hvønn fund!
So kunnu vit spyrja, tá ein høvundur søkir í áravís um starvsløn til sama verk og fær, er tað so eisini ein nýggj umsókn hvørjaferð?
Ella játtar Mentanargrunnurin tá eftir hvørja ferð høvundin skrivar ein nýggjan kapitul?
Og hvussu leingi kann Mentanargrunnurin játta starvsløn til sama verk? Hvussu nógv ár?
Hetta haldi eg má broytast í lógini fyri grunnin, at ein og sami persónur fær starvsløn í áravís til sama verk, tí tað hevur tað verið í førinum Carl J Jensen sum einki hevur givið út øll árini fram til 2005, men kortini fingið fleiri ferðir til sama verk, ja heilar 560.000 krónur.
Og so vita vit ikki hvussu nógvar starvslønir hann hevur fingið úr Mentunargrunni Føroya Løgtings, tað sigur søgan einki um, men sjálvur sigur høvundin at hann skrivaði bókina í 8 ár.
Nú er tað sjálvandi nakað ymiskt hvussu leingi tað tekur at skriva eina bók, men 8 ár ljóðar sum ein joke í mínari verð. Men tá vit skilja at hesin høvundin eisini hevur starvast sum blaðmaður á Fregnum, ja so er starvslønin ikki játtað til sjálvt verkið eina, men sum eitt slag av ískoyti, kanska sosialt ískoyti. Og tað sigur formaðurin at grunnurin ikki játtar.
Dygd
Vit verða neyvan nakrantíð samd um, hvat listarlig góðska er, men í okkara viðgerðum av umsóknum um starvsløn vigar tað listarliga skapandi ella nýskapandi rættiliga tungt, soleiðis sigur formaðurin í Mentanargrunninum í Sosialinum.
Og her eri eg samdur at torført er at seta upp frimil um dygd, ja púra ógjørligt, tí altíð er talan um persónliga uppliving av einum listaverki - bók, tónleiki ella málningi.
Men spurningurin er, hvussu kann nevndin vita um dygdina á einum verki út frá eini umsókn? Hvørjar mátistokkar brúkar nevndin til tess? Og hvussu visti nevndin í 2001 at fyrra bókin hjá Jústinus L Eidesgaard fór at koma út, meðan Carl J Jensen einki gav út fyrr enn í 2005, tá hann hevði fingið 560.000 krónur?
Eg havi stóran mistanka um at henda nevndin við Róa Patursyni sum formanni, hevur fleiri dagskráir enn formaðurin sigur, og Jústinus L Eidesgaard nevnir sjálvur eina at kanska skrivaði hann um persón við skeivum liti og skeivari trúgv, meðan høvundar sum svíndálka eitt nú baptistar aftur og aftur í sínum skaldskapi, teir fáa bara teir senda umsókn inn.
Eingin nýskapan
Eg havi ilt við at skilja hetta at senda umsókn inn um starvsløn og hava frágreiðing um verkið, at Mentanargrunnurin hevur slíkan førleika at døma út frá frágreiðingini um hetta er nýskapandi og/ella listarliga skapandi!
Men her sigur formaðurin so, at skorið verður ígjøgnum, tikin verður ein avgerð! Og avgerðin sambært listanum fellur á teir somu!
Ein tónasmiður sendir inn umsókn um starvsløn í eitt ár, tí hann skal skapa eitt verk sum eitur Várblá nátt á strond og í føgrum hugleiðingum og texti skrivar hann um verkið og at hetta er súmfoni í b-mol við 4 satsum. Blásarar eru eisini við í síðsta satsinum!
Til sama fund sendur ein yrkjari umsókn inn eisini um eitt ár, tí hann er farin undir yrkingarsavnið Gongulop og eru hetta yrkingar sum hava uppruna í Miðeystri eftir ferð, men verða yrktar undir føroyskum lofti og á føroyskari mold.
Og ungur høvundur hevur eisini umsókn til sama fund um at fáa styrk í eitt ár at skriva skaldsøguna Mamma gongur sum ein dunna og hevur hann eisini ómaka sær at skriva dispositión um bókina, og at hon verður eini 90.000 orð. Vit avdúka ikki her, hvussu bókin endar!
So mugu vit ikki gloyma og her er ikki neyðugt at siga nøvn at gamal kenningur hjá grunninum sendir eisini umsókn inn um eitt ára starvsløn og bókin er tann sama sum hann søkti um í fjør! Hann hevur skrivað ein triðing av bókini nú, men eitt ár aftrat má hann hava!
Hetta er sjálvandi eitt tiltonkt dømi, men kundi fyri tað verið satt, og kanska eru fleiri meiningar um, hvat er mest nýskapandi og listarliga skapandi av hesum, og um ikki øll eru tað! Men út frá játtanarlistanum hjá Mentanargrunninum, so er eingin ivi, at tann sum hevði søkt fyrr og hevði fingið, ja hann fær aftur í ár!
Og her er tað at vit renna okkum í stóra trupulleikan tá vit nú vita hvussu Mentanargrunnurin játtar, at fleiri ungir høvundar hava ongan møguleika at koma framat og fáa umstøður at skriva, tí teir somu fáa aftur og aftur, ár undan ári.
Hetta er ikki nakað eg hugsi mær til at so er, eg veit eisini frá onkrum sum hevur fingurin á pulsinum sum sigur tað sama, at fara allar játtanirnar til teir somu ár undan ári, ja so verður eingin menning í, eingin nýskapan!
Alneyðugt
So út frá tí sum Jústinus L Eidesgaard hevur ført fram og út frá tí sum fram er komið higartil um játtanirnar til starvslønir, so er sera týðandi at vit fáa sett eitt háloft á, hvussu nógv ár tú kanst søkja og fáa til sama verk!
Tann stóra starvslønin er 3 ár, og mær tikir tó at eg ikki veit tað at eingin sum hevur fingið hana fer at søkja aftur um hana. Henda starvlønin vísir seg at vera oyramerkt til eina ávísa uppgávu, og so skal uppgávan verða loyst hesa tíð. Tað liggur líkasum nakað stórt í hesi starvsløn, eitt stórt verk av einum ella øðrum slagi, og viðkomandi fær rúmar ræsur at gera verkið liðugt, heili 3 ár!
Kanska eitt ára starvlønin eisini átti at veri hesi meiri lík í so máta at hon er oyramerkt til eitt ávíst verk sum verður liðugt eftir einum ári! Tí sum støðan er nú kanst tú um tú hevur rættan lit og røttu uppskrift fáa í áravís til sama verk og harvið spenna bein fyri øðrum sum ikki høvdu alt hetta!
Og tað ger einki um alt hetta verður tikið upp til viðgerðar, tí sum støðan er nú, ja so er hetta ikki nakað mennandi fyri føroyskja mentan!
Ein viðurkenning
Tað er ein viðurkenning at fáa slíka starvsløn, verði hon seg 3 ár ella 1 ár, ja sjálvt í hálvt ár! Og tað eigur eisini at verða so, at tað skal verða á hesum støði at hetta er ein viðurkenning og við ábyrgd sjálvandi!
Mangan havi eg sitið ella ligið og droymt um at fingið eina opinbáring um eitt verk sum var búgvið til umsókn til 3 ára starvsløn, ella bara eitt ár, men ikki enn er henda sæla fallin mær í lut, men kanska einaferð hon kemur opinbáringin!
Men ansa vit ikki eftir og sum tað eisini sæst á játtanarlistanum hjá Mentanargrunninum, ja so verður hetta ikki nøkur viðurkenning longur, men ein skomm!