Byrjaði at syngja sum 12 ára gomul

Tá tað kom Hansemann Tórgarð fyri oyrað, at Florence dugdi væl at syngja, bað hann foreldur hennara loyva dóttrini at vera við á fyrstu plátuni, sum hann gav út. ­ Eg sang »Hvønn ein mánadag», saman við Birna Dam, Simma o. ø. , sigur Florence í telefonini úr Keypmannanahavn

Tað eru ivaleyst ikki nógv, sum í dag minnast, tey nógvu ungu fólkini, ið løgdu lunnar undir føroysku plátuútgávuna.

Heldur ikki minnast ungu ættarliðini allir sangarnar frá seinast í fimtiárunum. Flestu teirra ið sungu og spældu, fóru víðari í lívinum og til onnur gerðarmál.

Ein teirra er havnargentan Florence Alberg, sum trúliga hevur verið at hoyrt í útvarpinum øll árini, tá kvøðuljómur er á skránni.


Arbeitt í HK

seinastu 18 árini

Í dag er Florence Alberg á skrivstovuni hjá HK í Keypmannahavn, har hon hevur arbeitt í 18 ár. Har hevur hon til uppgávu at skipa fyri skeiðum og undirvísing annars í sambandi við menningini av limunum í HK.

Florence er 56 ára gomul, giftist við dana í 1968, eigurt trý børn, og hevur búð í Danmark øll árini.

­ Tað er øgeliga spennandi at fara á pallin í Sjónleikarhúsinum, og serliga at hitta øll aftur, sum vóru við í síni tíð.Eg havi ikki fingið nervar enn, sigur Florence í telefonini.

Hon hevur ikki fingist nógv við tónleikin, síðani hon var blaðung, tó at hon hevur gingið til sang, fyri at læra meira, eins og hon hevur verið við í revyini, sum starvsfólkið í HK framførir eina ferð árliga.


Minnist ikki øll orðini

Florence hevur vant í seinastuni. Birgar Johannesen, ein av stigtakararunum til dansitiltakið í vikuskiftinum komandi, hevur sent henni plátur og bond við tilfarinum sum hon, saman við øðrum, sang í sínari tíð.

Leygarkvøldið fer hon saman við Hannis og Regin Jacobsen m.a. at framføra » Havið, Havið», »Skýming», » Fjallarósan» og »Sjómansgentan».

Trupulleiki er, at Florence aftaná øll hesi árini hevur gloymt tekstirnar, og at einstøk orð á gomlu plátuni ikki eru so skillig, at hon rættiliga veit, um hon kann syngja øll ørindini.

Hon var 14 ára gomul, tá hon var við í fyrstu plátuútgávu, og bert 12 ár, tá hon stóð á palli.Tað var á einari veitslu hjá næmingum í millum- og realskúlanum.­ Vit búði í J. Geilsgøtu í sethúsunum hjá Bernard Arge. Dóttir hansara hevði hoyrt meg gingið og tralla á niðaru hædd, og bað meg syngja á skúlaveitsluni hjá teimum. Tað helt eg bara vera stuttligt, sigur Florence, sum minnist, at hon sang » Mangan dvaldi eg við strond» ta ferðina.

Hetta endurtók seg nakrar ferðir, og so kom tað Hansemann Tórgarð fyri oyrað, at Florence dugdi væl at syngja.

­ Hansemann spurdi foreldrini, um eg kundi sleppa at verða við á einari plátu, sum hann skuldi geva út.

­ Hetta var júst tá eg gekk at lesa, og mamma visti ikki rættiliga, men játtaði, um innspælingin ikki órógvaði at eg gekk til prest, sigur Florence, sum á plátuni sang »Hvønn ein mánadag».

Tá Florence fór úr skúlanum, fekk hon skrivstovustarv í Sjúkrakassanum, har hon var til hon fór á Telefonverkið at arbeiða. Har var hon til hon giftist í 1968 og flutti til Danmarkar.

Fyrstu árini búði familjan í Herning, og Florence fekk starv sum læknaskrivari, men seinni flutti familjan, sum nú býr í Ishøj á Sælandi.

Florence kemur heim hósdagin, og fær sostatt bert fáar løtur at venja, áðrenn hon leygarkvøldið skal standa á pallinum í Sjónleikarhúsinum, aftaná øll hesi árini.

­ Tað er serliga sangurin » Fjallarósan» sum gevur mær høvuðbrýggj. Ljóðgóðskan er ikki so góð, og tí skilji eg ikki øll orðini. ­ Tað sakar tó ikki, tí har eru ríkiliga nógv øðrindi at tak av, sigur Florece. Hon vónar at veðrið verður so hampuligt, tí hon ætlar sær at spáka út á molan aftaná dansin, so sum tey ungu gjørdu fyrr í tíðini.


Gjørdu upptøku

fyri Útvarpið

Florence fer at framføra saman við beiggjunum Hannis og Regin Jacobsen, sum vóru við á plátuni » Skýming og á hinari við »Amerikubrævinum».

Hannis hevur ikki spælt so nógv alment, sum Regin, men heldur, at hetta kom í lag í Ungmannadeildini hjá Losjuni, har ungdómurin kom saman.

Orsøkin var, at Útvarpið í 1957 skuldi gera eina leygarkvøldssending, og bóðu tey ungu ger tilfar til hesa sending. Seinni vóru sangirnir spældir inn á plátu,sum Hansemann Tórgarð stóð fyri.