Undan dystinum var stórt fokus á leiklutinum hjá Jákupi á Borg, sum fyri fyrstu ferð skuldi spæla dyst í reyð/svørtu HB-troyggjuni. Hetta varð eisini væl og virðiliga lýst av vallarvarparanum, sum eftir at hava sagt nøvnini á øllum hinum HB-leikarunum, beyð Jákupi at vera vælkomnan aftur í Gundadal.
Eftir dystin fingu vit orðið á Jákup, og hann viðgekk eisini, at hann eina løtu hugsaði nakað um hetta.
- Sjálvandi var eg spentur undan dystinum, og at byrja við kendi eg meg eisini troyttari, enn eg vanliga eri.
- So hvørt, sum dysturin leið, so fór hetta tó burtur, og eg haldi so ikki, at tað var nakað, sum nervaði meg stórvegis í dystinum.
Men tú legði so eisini upp til tvey mál móti gamla felagnum hjá tær. Var tað nakað, sum tú hugsaði um í dystinum.
- Ikki akkurát tað, at tað var móti B36. Fyri meg ráddi um at fáa eina góða byrjan í HB, og tað fekk eg so. At tað so júst var ímóti B36, var so ikki tað, sum lá mær fremst í huganum, segði Jákup á Borg at enda.