Byrja klokkan 13 við Løkin

Hetta verður við Løkin í Runavík, har liðini, sum í løtuni eru nummar tvey og eitt hittast.

NSÍ hevur seinastu vikurnar ota seg upp á silvurplássið, og fyrst og fremst ræður um at styrkja hetta, nú Víkingur í gjár tapti móti 07 Vestur.

Hjá NSÍ er Johan Troest Davidsen neyvan tøkur, eftir at hann noyddist av vøllinum við skaða, tá NSÍ spældi móti KÍ. Hinvegin er Karoly Potemkin aftur tøkur, eftir at hann hevur verið leikbannaður.

Hjá HB sat Andrew av Fløtum uttan fyri við leikbanni seinast, men hann er nú aftur tøkur.