Teir eru lidnir at telva dystarskránna uppá pláss niðri í Nyon, og verður hetta dystarskráin hjá tí føroyska U-21 landsliðnum:
Í 2011 :
31. mai: Føroyar-Norður-Írland
10. august: Norður-Ìrland-Føroyar
6. september: Serbia-Føroyar
7. oktober: Danmark-Føroyar
11. november: Makedonia-Føroyar
Í 2012 :
1. juni: Føroyar-Makedonia
5. juni: Føroyar-Serbia
15. august: Føroyar-Danmark
Sostatt spælir U-21 landsliðið bara ein heimadyst í 2011, meðan talan verður um tríggjar heimadystir í 2012.
Bill McLeod Jacobsen venjari er nøgdur við lutakastið, serliga við Makedonia, Norður-Ìrland og Danmark.
Bill hevur vónir um, at hesin U21-árgangurin fer at standa seg væl, sæð í ljósinum av, at tað føroyska U-19 landsliðið hevur staðið seg væl í sínum undankappingum seinnu árini.
Farni U-21 árgangurin stóð seg framúr væl, og megnaði at vinna 11 stig í undankappingini, ikki minst við tí minniliga 1-0 sigrinum á Russlandi.
Bill er eisini heilt væl nøgdur við dystarskránna. Bæði tá ferðast verður til Norður-Ìrlands og til Serbia verður ferðast saman við A-landsliðnum, sum skal spæla EM-undankappingardystir ímóti somu londum, so har eru eisini nógvar útreiðslur at spara hjá FSF.