Byrja nú upp á endaspælið

Flogbóltur: Um vikuskiftið fara flogbóltsspælararnir undir endaspælið, men broytingarnar í oddinum vera neyvan tær stóru. Mjølnir hjá kvinnum og Fleyr hjá monnum verða uttan iva meistarar tá liðugt er

Nú jólini og nýggjárið eru farin væl og virðiliga afturum, byrjar flogbóltskappingin aftur. Endaumfarið stendur nú fyri durum og stigini, sum liðini høvdu undan jólasteðginum, eru býtt í helvt.

Hóast tað ber til at gita um hvør væntandi fer at gerast meistari, og her á blaðnum væntað vit, at støðan verður nett tann sama, tá árið endar, sum hon var undan jólum.

Hvussu er og ikki, so eru nógvir dystir, sum skulu avgreiðast áðrenn ta tíð, og hetta vikuskiftið vera fimm dystir, tveir í kvinnudeildini og tríggir í mansdeildini.


Mjølnir vælkoyrandi

Seinasta vikuskiftið skipaði Mjølnir fyri steypakapping fyri tey vaksnu, og sum so ofta áður vunnu tær sjálvar meistaradeildina hjá kvinnum. Finaludysturin var móti Drátti, og dysturin leygardagin verður ein endurtøka av tí.

Havandi dystin seinasta sunnudag í hugað, so er illa hugsandi, at Dráttur fær gjørt stórvegis við meistararnar í fjør, tí tær hava verið væl koyrandi higartil í ár.

Rutinan á liðnum hevur borið tær fram, tá á hevur staðið, og tað er lítið sannlíkt, at nakað av hinum liðunum kann gera stórvegis við Mjølnir.

Hjá Drátti hevur verið meira so sum so í ár. Liðið er gott, men til tíðir sær út til at trúgvin á egin evnir manglar, og tað er synd. Úrslitini higartil í ár vísa eisini gongdina, tí tær munnu hava vunnið og tapt líka nógv.

Hin dysturin stendur millum TB og Fleyr og hann sær spennandi út. Um Fleyr skal gera sær vónir um at skal Mjølnir í ár, so skal alt vinnast hiðani til liðugt er at spæla í ár, men tað er ein spurningur, um liðið er búgvið til tað.

Til Mjølnir-kappingina snávaðu tær, og komu tí ikki í finaluna, og tí vilja tær uttan iva vísa, at tað var eitt mistak.

TB er harafturímóti torførari at meta um. Tær liggja á øðrum plássi í løtuni, men av tí at tær m. a. ikki vóru við í Klaksvík seinasta vikuskiftið, ber illa til at meta um leikligu støðuna í løtuni. Vit kunnu tó staðfesta, at TB á heimavølli altíð eru sterkar.


Stórdystur í fyrsta umfari

Tann mest spennandi dysturin hetta vikuskiftið í mansdeildini er uttan iva tann millum Fram og Mjølnir, sum verður á Eysturskúlanum sunnudagin. Hesi bæði liðini eru á øðrum plássi í deildini og skulu tey gera sær nakra hóming um at skala Fleyr, sum í løtuni tykist kunnu ganga á vatninum, so skal alt vinnast frameftir.

Fram hevur havt gott tak á Mjølnir á heimavølli, men tað er spurningurin um Borko Ilic kann gera munin. Hann er sera góður spælari, men tað er Rúni Weihe hjá Fram eisini, og hann tykist vera komin fyri seg aftur, eftir skaðan hann hevur drigist við.

Í Gundadalshøllini spæla Fleyr a og SÍ. Um Fleyr a er ikki so nógv at siga, tí teir hava vunnið tað sum er at vinna í kappingarárinum - við húð og hár. Tað er heldur eingin ivi um, at tað er uppiborið, tí higartil eru tað teir, sum hava víst so nógv tað besta spælið í deildini.

Sørvingar koma til Havnar við fleiri tapum í ryggsekkinum. Tað er synd, tí eina løtu í fjør, gekk sera væl í hond hjá teimum. Teir vunnu fleiri dystir og lógu einu tíðina nummar tvey. Men sum vera mann, leikararnir eru ungir, og teir hava tíðina fyri sær. At teir fáa vent keðiligu gongdini ímóti Fleyr er kortini ikki sannlíkt, tí til tað er munurin alt ov stórur.

Seinasti dysturin er millum ÍF og Fleyr b og skulu vit gita, so stendur ÍF, sum vinnari, tá dysturin er av. Illa ber kortini til at meta um styrkina á liðunum, tí hvørki teirra var við í steypakappingini seinasta vikuskiftið. Fleyr meldaði ongantíð til, tí fólkagrundarlagið er lítið og ikki nóg gott til meistaradeildina, meðan ÍF enn einaferð meldaði til, fyri síðani at lata vera við at møta.