Byrja upp á innkomuvegin í næstu viku

Á eyka býráðsfundi hósdagin, samtykti Tórshavnar Býráð einmælt við aðru viðgerð at játta góðar 24,4 milliónir krónur til arbeiðið at gera innkomuvegin til Havnar.

Við aðru viðgerð vórðu neyðugar tillagingar gjørdar, soleiðis, at endalig avtala kann fáast í lag við festaran, og tí, at hædd ikki varð tikin fyri útreiðslunum av at burturbeina avlopsgrevstur í upprunaliga uppskotinum.  

 

Les eisini: Samtykkja endaliga innkomuvegin til Havnar

 

Arbeiðið fer ígongd í komandi viku, tá seinastu avtalurnar eru undirskrivaðar ímillum Tórshavnar kommunu og byggifelagið Articon, og ímillum festaran og Tórshavnar kommunu.

 

Í fyrstu syftu, verður ein arbeiðsvegur gjørdur, sum skal verða liðugur í heyst. Samlaða verkætlanin verður ætlandi boðin út í juli í ár.