Eftir føroyskum mátistokki er Vest Pack í Vestmanna ein stór fyritøka við einum umsetningi á umleið 150 miljónir krónur um árið. Mynd: Álvur Haraldsen.

Byrjaði 13 ára gamal - er nú forstjóri í fyritøkuni

- Tað hevur týdning at gera tað rætta - heilt frá grundini og ikki bara tí, at onkur vil hava teg at gera tað, sigur Áki Olsen, forstjóri í Vest Pack.

 

Eftir føroyskum mátistokki er Vest Pack í Vestmanna ein stór fyritøka við einum umsetningi á umleið 150 miljónir krónur um árið. Mynd: Álvur Haraldsen.

Áki Olsen, sum hevur starvast hjá Vest Pack í eini 25 ár tilsamans, tjenti sína fyrstu løn í fyritøkuni eftir skúlatíð sum 13 ára gamal í 1988. Í dag er hann forstjóri í fyritøkuni.

Eftir føroyskum mátistokki er Vest Pack, sum húsast við Fjarðarveg 10 í Vestmanna, ein stór fyritøka við einum umsetningi á umleið 150 miljónir krónur um árið.  

Áki Olsen vísir á, at flestu húsarhald kenna vørurnar á framleiðslusíðuni, sum eitt nú eru beriposar, ruskposar, frystiposar, vakumposar og grasposar. 

Men, hjá Vest Pack framleiða tey eisini ein hóp av vørum til vinnuna. Ein av stóru framleiðslunum er bláu plastørkini - ella rullurnar - sum verða brúktar til pakking av frystum fiskavørum. 

Ein onnur framleiðsla er etikettir av øllum handa slag og til alskyns endamál, og her setir Vest Pack tað áskrift á, sum kundin ynskir, eins og aðrar vørur hjá fyritøkuni eisini kunnu framleiðast við áprenti.   

Umframt tað framleiðslu, sum er á virkinum, er fyritøkan í Vestmanna eisini heildarveitari av pakkitilfari til virkir og skip, bæði í Føroyum og uttanlands, eins og fyritøkan selur arbeiðsklæði við møguligum áprenti, sum kundin ynskir.  

Ein onnur veiting er íblandingarevni til ymiskar framleiðslur, bæði á sjógvi og landi, og fyritøkan umboðar eisini ymisk amboð og maskinur. Vest Pack hevur bæði ISO 9001 góðkenning og umhvørvisgóðkenning.  

Fyrimunirnir hjá Vest Pack sum framleiðari av plastvørum og heildarveitari av pakkitilfari til føroyskt vinnulív, bæði á sjógvi og landi, er, at fyritøkan er so nær kundunum. Sama er galdandi, tá fyritøkan framleiðir plastvørur til húsarhald, handlar, kommunur og stovnar. 

Áki Olsen sigur, at Vest Pack tekur sær av bæði stórum og smáum uppgávum og veitingum, og fyritøkan er altíð til reiðar við nýggjum vørum til kundan - alt eftir, hvørji ynskini eru. 

Millum størstu keyparar hjá Vest Pack í løtuni eru alifyritøkurnar, uppsjóvarvinnan og flakatrolararnir. Í dag starvast umleið 25 fólk í fyritøkuni.

- Eg vil meta, at umleið ein triðingur av okkara framleiðslu fer til føroysku húsarhaldini, meðan tveir triðingar fara til kommunur, stovnar og vinnulív, sigur forstjórin. 

Vest Pack er alla tíðina í samskifti við veitarar av rávøruni, og her verður roynt at gera rávøruna so Co2 neutrala sum gjørligt. 

- Tað hevur týdning at gera tað rætta - heilt frá grundini og ikki bara tí, at onkur vil hava teg at gera tað. Plastídnaðurin gongur høgt upp í at gerast meira umhvørvisvinarligur. Soleiðis verður eisini roynt at gera plasti í størst møguligan mun úr slíkum tilfari, at tað dálkar sum minst og ikki gevur vandamikið útlát við brenning. 

Áki Olsen sigur, at tað, sum hevur størstan týdning er, at plast ikki endar í náttúruni. Plast hevur tann góða eginleika, at tað kann endurnýtast fleiri ferðir, og eitt nú eru allir teir svørtu sekkirnir hjá fyritøkuni úr endurnýtslutilfari.

 

Vest Pack endurnýtir eisini alt fráfall, sum kemur frá egnari framleiðslu. Forstjórin ásannar, at heimurin brúkar alt ov nógv plast, og honum dámar lítið, at nýtslan er størri enn neyðugt. Tað ringasta, sum kann henda, er, at plastið endar í náttúruni og í havinum.

 

Í VikuskiftisSosialinum í dag er serblað um føroyska framleiðslu, og her verður eitt nú vitjað á Vest Pack í Vestmanna.

 

Eftir føroyskum mátistokki er Vest Pack í Vestmanna ein stór fyritøka við einum umsetningi á umleið 150 miljónir krónur um árið. Mynd: Álvur Haraldsen.