Byrta spælir í Tivoli

Byrta fer á eina lítla konsertferð í Danmark og Føroyum, og byrjar við konsert í Tivoli nú leygarkvøldið.

Byrta fer á eina lítla konsertferð í Danmark og Føroyum, og byrjar við konsert í Tivoli nú leygarkvøldið.

Byrta fer at spæla á 3 donskum festivalum komandi vikuskiftini, umframt, at bólkurin luttekur á Transatlantisku konsertini í Norðurlandahúsinum.

Fyrsta konsertin verður nú leygarkvøldið í Tivoli. Har verður skipað fyri einum nýggjum festivali, Offspring Festival fyri nýggjar lovandi bólkar í danska kongaríkinum.

Síðan liggur leiðin til Aarhus har Byrta spælir á kenda showcase festivalinum Spot Festival komandi vikuskiftið, har fara tey á pall fríggjakvøldið 2. mai og síðan gongur leiðin beint heim at spæla á Transatlantisku konsertini í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 3. mai.


Vikuskiftið eftir spæla tey so á føroyska festivalinum Frigg í Kongenshave, og fara á pall leygarkvøldið 10. mai.


Byrta hevur júst givið út eina nýggja stakfløgu og hon kann hoyrast her.


26.04.2014 Tivoli- "Offspring Festival"- Keypmannahavn
02.05 2014 Spot Festival- Aarhus
10.05 2014 Frigg Festival - Keymannahavn