? Hatta er mítt lívsverk. Eg havi arbeitt cafelívið í býnum upp frá ongum til tað, sum tað er í dag. Eg fái ein góðan prís, nú eg selji cafeina, og eg fái eitt herðaklapp fyri tað stríðið, sum eg havi lagt í Cafe Natúr, segði Turid Samró, tá vit hittu hana á máli á middegi í gjár.
Eftir at hava stovnað cafeina í 1992 og rikið hana síðan, hevur Turid Samró nú valt at selja Cafe Natúr, bæði av heilsuávum og av tí at møguleikin fyri at fáa góðan keypara og góðan prís nú býðst.
? Eg havi verið í sjúkrafarloyvi nú í meira enn eitt ár, og havi alla hesa tíð verið opin fyri keypstilboðum. Tað eru átta mánaðir síðan samráðingarnar við keyparan byrjaðu, og nú eru vit so endiliga komin á mál, sigur Turid.
Hørð byrjan
Hon sigur, at raksturin av cafeini ikki hevur kastað so nógv av sær, men nú hon selur, gevur tað henni nógvar pengar
? Tað hevur verið heilt øgiliga hart at rikið hesa cafeina. Eg var nýútbúgvin, sat í nýggjum húsum við trimum smáum børnum, tá eg byrjaði hetta virkið. Alt var farið á húsagang og lá í skeljasori í Føroyum tá, og tí bar ikki til at fáa nakað lán, tá eg kom til bankan og segði, at eg ætlaði at opna eina cafe. Har var bara kortanei, greiðir Turið frá.
Cafe Natúr læt upp 7. juli í 1992. Tá hevði Turid bæði klædnahandil og cafe í húsunum. Men cafevirksemið fór at krevja meira pláss og meira orku, og í 1996 varð handilin latin aftur og plássið brúkt til cafeborð og stólar.
Sølan ikki ávirkað av rokinum
Við árunum er cafein vorðin rættiliga væl umtókt og hevur sett sín dám á býin.
Farnu vikuna hevur nógv verið at hoyrt um cafeina av heldur døprum tíðindum, tá ellivu starvsfólk vórðu uppsøgd vegna lønarstríð, og dagligi leiðarin á cafeini síðan segði seg úr starvi.
Men hetta hevur sambært Turid einki við søluna at gera.
? Eg hevði avgjørt at selja cafeina frammanundan tí sum hendi í síðstu viku, og eg kann eisini siga so mikið sum, at tað ikki hevur ávirkað keypsprísin
Spurd um hvør keyparin av Cafe Natúr er, vil Turid ikki nevna nakran ítøkiligan.
? Eg kann bara siga, at tað er fantastiskt at kunna avlevera Cafe Natúr til teir keypararnar, sum nú yvirtaka hana og føra mítt lívsverk víðari. Tað kundu ikki verið betri fólk, ið skulu føra tað víðari, sigur Turid Samró og leggur skjótt afturat, at tað ikki er Føroya Bjór.
Føroya Bjór eigur sjálv húsini, har Cafe Natúr heldur til. Tískil eru tað ikki húsini, ið nú verða seld, men sjálvt virkið Cafe Natúr.
Nú ætlar Turid sær á Fróðskaparsetrið at lesa, men hon útilokar ikki, at hennara navn fer at standa sum eigari av onkrum øðrum virki - møguliga einari aðrari cafe. Men sum er, liggur einki fast.
? Nú eri eg bara glað fyri at eg fái tíð til at fáast við annað enn cafeina, sigur Turid Samró, ið 1. september gerst fyrrverandi stjóri á Cafe Natúr.