Tað var í januar mánað, at Williams Catering yvirtók raksturin av Cafeteria á Flogvøllinum, og eigarin, Havgrímur Johannesen, boðaði beinanvegin frá ætlanum um at lyfta cafeteria upp á eitt altjóða støði.
Ein stórur partur av hesum ætlanum eru nú førdar út í lívið.
Stór og tiltalandi barr er sett upp í sambandi við útflýggingarstaðið, og sum Havgrímur Johannesen boðaði frá í januar er nú ein lounge bygd har, sum spæliplássið var. Loungin er hækkað frá vanligu gólvhæddini, og er møblerað við designarastólum og tilhoyrandi borðum.
Tænastustøðið skuldi eisini hækkast soleiðis, at cafeteria altíð er opið við fráferðir og komur.
Sum nakað nýtt byrjaði Cafeteria á Flogvøllinum – sum nú eitur Williams Catering við Baresso-búmerkinum – at bjóða viðskiftafólki enskan morgunmat fyri ein sera rímiligan penga.
Fyri tey, sum ferðast ofta um flogvøllin í Vágum, er hetta uttan iva eitt stórt fet á leiðini móti betri tænastu.