Caffe latte, lætt te, ella bara ein lætti

Fleiri glottar hava verið í føroyska miðlaheiminum farnu vikuna. Eg detti annars, eins og onnur, skjótt í grøvina við neiligum orðum, tá ummælast skal, men rættast er sjálvandi at geva rós, har tað er uppiborið.

Og eg horvi eisini til teirra, sum leggja stóran dent á Kringvarpið, og dygdina har, tá ummælast skal, tí hetta er eitt alment flaggskip (ið vit eisini øll gjalda). Gamaní, eitt flaggskip, ið av og á tykist at sigla vandasjógv, men sum tó tykist hava eina hóming av, hvar rætta kósin var.
Lívið gerst ikki altíð lættari við árunum, og hetta meti eg at ein stovnur sum Kringvarpið sannar. Miðlaheimurin broytist, kappingin frá m.a. Rás 2 manningini er óivað hørð til tíðir. Har tykjast tey ofta eitt sindur mobilari, skjótari, og ikki minst “frískari”, og hetta síðsta fangar heilt víst ávísan lurtarabólk. Ikki minst, tá opera er at hoyra mitt á degi, og technotónleikur er at hoyra, tá ein annars kanska hevði kunnað hoyrt onkra endursending, meðan ein leggur børnini. Skilji ikki altíð skránna hjá Kringvarpinum, soleiðis sum sendingar eftir klokkuni verða lagdar.
Men netsíðan hjá Kringvarpinum er við at koma á pláss, ...og tó! Tað eru dagar, har tíðindastubbarnir ikki koma út. Og ynskiligt var, at enn meira verður gjørt við netvarp, tí hetta er heilt víst framtíðin. Eg skuldi t.d. í samband við hesa ummælisgrein fara at hyggja at Refleksjón, tí eg havi sjálvur ummælt tónleik, og nú t.d. miðlar, so evnið hesaferð var mær viðkomandi. Men enn er sendingin ikki tøk á netinum!! Tíverri! Meira nýtist ikki at sigast um tað!!
Men hinvegin er t.d. Dagur og Vika oftast skjótt tøk, og eisini Fólksins Rødd.
Og tað var av sonnum aftur hesaferð ein gleði at síggja hesa sending, sum varepaði ljós á bygda- og býarmentalitetin í Føroyum. Eg havi nú altíð hildið, at Havnin er ikki so stór, at (bygda)fólk í Havn nýtast at fáa stórbýarkenslur, fyri tað um tey gerandisdagar ferðast eftir Áarvegnum, ella keypa sínar skundverðar í SMS ella á Sushibarr. Haldi at Teitur hevði rætt tá hann sang; Havnin er ein lítil bygd.
Men Fólksins Rødd megnaði at lýsa fleiri síður, og óivað er kjak heima í stovunum kring landið um, hvørt ein kann liva uttan cafélív og Caffe Latte, ella um ein temunnur heima hjá kenningum við eitt køksborð er líka stórur lætti í annars ferðmikla gerandisdegnum. Eitt kjak, ið eigur at takast upp í einum landi, har nýtiknir havhestaungar á seinsummri verða seldir fyri okursprís á bryggjuni í høvuðsstaðnum, beint við meldurin av bilum, ølstovum, caféum og gistingarhúsum við pizza og brunch.
Og við Jógvani Arge sum upplesara varð prikkurin settur yvir i’ið. Super!!
Bløð og portalar tykjast fylgja og passa seg eftir framtíðini, har alt er snøggari, skjótari og betri. Miðlameldurin heldur fram, men tó kann ein bert geva teimum rætt, sum halda nakað nógv vera av fótbólti og innantómum greinastubbum um slankikurar, meðan lítið haldgott er um týðandi mál úti í heimi, t.d. stóra brølaran hjá Gordon Brown, nú valstríð hevur verið upp á tað harðasta í Bretlandi.
Ofta tykist, sum eru vit púra eina í eini ostaklokku, fyri nú at halda okkum í cáfé-umhvørvinum.
Vælmeintu rættleiðingar, ið eg í seinasta miðlaummæli mínum kom við, tykjast ikki hava fest røtur, serliga ikki í lýsingum, tí enn verður t.d. víst á “tí røttu loysnina” og ikki “ta røttu loysnina” – ta uttan Ð, tí loysn er kvennkynsorð! Og eg hoyri tíverri til teirra, ið fáa ilt hvørjaferð eg hoyri hetta. So fari bara at enda við at heita á miðlafólk um at fara væl við móðurmálinum, hóast pizza, brunch og caffe latte nú er gerandiskostur.