Cafu kann seta met

Tá Brasilia fór á vøllin til HM-finaluna móti Týsklandi fyri fýra árum síðani, gjørdist Cafu fyrsti spælarin, sum hevur tikið lut í trimum HM-finalum. Offensivi høgri bakkurin hevur tó enn »bara« vunnið tvey HM-gull, og tað er eitt færri enn Pelé, sum vann í 58, 62 og 70. Í 1962 var hann tó ikki partur av finaluni. Vinnur Brasil aftur HM hesaferð, fær Cafu soleiðis sítt triða gullmerki, umframt at hann eisini verður einasti spælarin, sum røkkur eini fjórðu HM-finalu.