Calix hevur tað, sum skal til

Í hesum døgum eru pápi Calix, Joe Ndiaye, og ein av venjarunum hjá honum, Woody Wilson, frá Green Bay og vitja í Klaksvík. Meiningin var, at Calix eisini skuldi verða í Føroyum nú, men hann er upptikin við at spæla kurvabólt fyri norska landsliðið, so hann er ikki við.
Men Sosialurin nýtti høvi til at fáa eitt prát við pápan og venjaran um evnaríka kurvabóltsleikaran

Klaksvík:
Venjarin Woody Wilson, sigur, at hann sjálvdan hevur sæð ein leikara við so nógvum sjálvdisciplini og passion for the game, sum Calix.
- Hann venur sera nógv. Eisini uttan fyri venjingartíðir, og tað er tað, sum ger hann so góðan. Tí um tú ætlar tær allan vegin innan kurvabólt í USA, so noyðist tú at venja sera nógv og hart. Og tað er júst tað, sum Calix ger, sigur Woody Wilson.
Hann greiðir frá, at Calix venur umleið tveir, tríggjar og fýra tímar hvønn dag. Og onkuntíð meira enn tað.
- Hann kann blíva sera góður, um tað er tað hann vil, heldur venjarin, sum hevur 17 ár á baki sum universtetslið venjari. Hann hevur vant kurvabólt í yvir 30 ár í alt.
- Eitt sum eisini er so gott við Calix er, at tá tú sigur nakað við hann, so lurtar hann og hann ger alt fyri at betra seg allatíðina. Og tað sermerkir ein góðan leikara, heldur Woody.
Hann leggur aftur at, at tá leikárið endaði í mars, helt Calix á fram at venja líka nógv inntil mei, tá kappingin byrjaði aftur.
- Og eg havi ongantíð áður sæð ein leikara betra seg so nógv uttan fyri leikárið.

Fyrsti dystur góður
Calix slapp ikki at spæla við átta teir fyrstu dystirnar hjá Green Bay, tí hann hevði verið professionellur í Noregi, men Woody sigur, at tað professionella støðið í Noregi kann samanberast við "high school" støðið í USA, so tað er munandi hægri støðið á kurvabóltinum í USA.
Hann greiðir frá, at tá Calix so endiliga slapp at spæla við, tá skoraði hann 16 stig.
Eg hyggi upp á hann fyri at lesa hansara andlitsbragd, tí tað sigur ikki mær so nógv, eg sum ikki kenni nakað sum helst til kurvabólt.
Tað sær út sum tað má metast at hava verið sera gott, men eg má so spyrja kortini. Svarið er, at tað er rættiliga gott, og venjarin sær út, sum hann er errin av Calix. Og pápin, sum situr undir liðini av honum ikki minni errin.
- Annars er at siga, at av 20 dystum, slapp Calix at byrja inni í 10 av teimum, sigur Woody og leggur enn einaferð aftur at, at tað er sera gott.

Frælsi við ábyrgd
Pápi Calix, Joe, sum er úr Senegal, men nú býr í Noregi, sigur, at tá tey fluttu úr Føroyum, tá Calix var um ellivu ára aldur, var tað ikki kurvabóltur, sum upptók Calix.
- Nei, tað var fótbóltur, men so dalaði áhugin fyri tí, samstundis sum áhugin fyri kurvabólti bara mentist.
- So kom hann ein dagin til okkum og segði, at hann hevði heldur hug at satsa upp á kurvabólt. Vit søgdu við hann, at tað var ongin framtíð í kurvabólti í Noregi, men hann hevði tikið sína avgerð, og sjálvandi stuðlaðu vit honum, sigur Joe.
- Eg segði við hann tá, at um hann hevði hug at íðka ítrótt, óansæð hvat fyri ítrótt, so skuldi hann sleppa tað. Og, at um hann vildi nakað við kurvabólti, so noyddist hann at venja sera nógv. Men við tí treyt, at útbúgvingin til eina og hvørja tíð var ovast á raðfestingarlistanum.
Eg segði við hann, at um hægsti miðalkarakterur, sum ein kundi fáa, var 6, so skuldi hann koma heim við einum miðaltalið upp á 5. Og megnaði hann at halda tað, so skuldi hann sleppa at íðka so nógvan ítrótt í síni frítíð, sum hann vildi.
Hann gløddi fyrst upp á meg, men so spurdi hann meg, um eg meinti tað. Tá eg játtaði, gekk ein lítil løta, so tók hann mína hond og seðgi: " Tað er ein avtala"
Hetta var fyri umleið tíggju árum síðani, og hann hevur hildið hana allatíðina, sigur Joe, og tað sást á øllum brøgdum, hvussu errin hann er av soninum.
Á universtitetinum, sum hann gongur á nú, kom hann heim við einum miðaltalið upp á 3,8 við ársenda. Tað hægsta ein kann fáa er 4, so tað gongur framúr væl hjá Calix.
- Summir av grannunum har yviri í Noregi hildu meg ikki vera í ordan, tí Calix slapp at vera úti longi um kvøldarnar, og hann stutt sagt gjørdi, sum hann vildi. Men eg visti, hvat eg gjørdi, so eg var heilt róligur. Eg gav honum frælsi, men við ábyrgd, og tað haldi eg er sera sunt fyri ein ungan drong, sum Calix var tá.
- Tá so tíðin kom, at hann fekk møguleika til at fara yvir til USA at leika, vórðu vit so at siga niðurringd av universitetum, sum vildu hava hann. Tað var torført at halda skil á, men vit royndu so eftir besta førimuni at hjálpa honum at velja. Vit gingu, sum foreldur fyrst og fremst, eftir trygdini á universitetinum.

Onki broyttur
Hóast Calix nú er ein stjørna í Noregi, og at hann so smátt er við at gerast kendur í USA, so halda hvørki Joe ella Woody, at tað hevur broytt Calix nakað sum helst.
- Hann er sera jarðbundin, og hann kann tosa við ein og hvønn, siga teir báðir við ein munn.
Tað er týðuligt, at her sita tveir menn, sum hava verið tætt upp at Calix í hansara lívi, tí teir sita mest sum bert og hugna sær, meðan teir práta um hann. Og tað er sera hugnaligt at lurta, men tíverri er ikki tíð til meira prát á hesum sinni, so eg takki fyri meg. Teir skula út at eta saman við vinum og kenningum hjá Joe í Klaksvík um eina lítla løtu.