Illa sperda B68 er á veg í Gundadal, har favorittarnir í HB bíða. Fyrsta bríksl verður klokkan 18.00.
Í summar er Hans Jørgensen komin í B68 málið at standa í staðin fyri Kristian Joensen, sum er farin til Danmarkar at spæla. Í kvøld verður Hans Jørgensen í B68 málinum.
Ibrahim Camara, sum í fjør spældi við 07Vestur, og sum fleiri av undanfarnu árunum hevur roynt seg á Toftum, er í summar komin aftur á Toftir. Hann er ætlaður at styrkja um B68 álopið, men hann verður ikki á liðnum í kvøld. Arbeiðsloyvið er ikki komið upp á pláss enn, og tí hevur B68 leiðslan gjørt av, at hann ikki skal spæla:
-Tað gera vit, tí vit hava fingið at vita frá myndugleikunum, at Camara ikki hevur loyvi at spæla, tá ið arbeiðsloyvið ikki er í lagi. Í morgun havi eg verið í sambandi við danska Udlændingestyrelsen, sum aftur undirstrikaði, at tað er ikki loyvt spælara, sum ikki hevur arbeiðsloyvi, at vera við, sigur B68 formaðurin Niclas Davidsen.
Føroyameistararnir og undan kappingarbyrjan FM favorittarnir í HB eru sjey stig og lakari málmun aftanfyri B36. Møguleikin at vinna gull og skreyt er fyrst og fremst í steypafinaluni ímóti Víkingi.
-B36 hevur staðið seg ógvuliga væl, og tað verður torført at fáa fatur á B36. Hjá okkum ræður um at taka ein dyst í senn. Europeiska luttøkan hevur heilt víst styrkt um liðið hjá okkum. Tað hevur stóran týdning sosialt, og tað er hugaligt at spæla ímóti so góðum liði, sum vit gjørdu í seinna innleiðandi umfarinum, sigur HB veteranurin Andrew av Fløtum.
-Tað hevur verið og er smeitur hjá okkum, at Gunnar Haraldsen, Christian R. Mouritsen og Símun Samuelsen framvegis eru skaddir, og nú er Heini Vatnsdal leikbannaður, staðfestir Andrew av Fløtum, sum rósar Jóan Símuni Edmundsson og Poul Ingason fyri at vera falnir so væl til á HB liðnum.
Tølini siga, at HB er stórfavorittur í kvøld. B68 er á niðurflytingarplássi, og tað eru fjúrtan ár síðani, at B68 vann fulla úrtøku í Gundadali ímóti HB. Í 2000 var úrslitið 4-3 til B68. Einastu spælararnir, sum vóru við ta ferðina, og sum eisini vera við í kvøld, eru Andrew av Fløtum og Fróði Benjaminsen, sum fyri fjúrtan árum síðani varð skiftur inn á B68 liðið, tá ið tað restaði ein hálvur tími. Nú er hann HB liðformaður.
Síðani 2000 hava toftamenn bara eina ferð vunnið stig ímóti HB í Havn. Tað var í 2011, tá úrslitið var 3-3.