Cameron undir størri trýsti

Fleiri bløð í Bretlandi halda, at avgerðin hjá løgreglustjóranum í London at siga seg úr starvi orsakað av gøluni um News of the World hevur hert trýstið á landsins forsætisráðharra, David Cameron.

-Avgerðin hjá Paul Stephenson at siga seg úr starvi vísir, hvussu blaðgølan ávirkar fjølmiðlarnar, tær politisku avgerðirnar og løgregluna, skrivar The Guardian í oddagrein í dag. Blaðið leggur afturat, at avgerðin hjá løgreglustjóranum ger, at nú er forsætisráðharrin komin í miðdepilin, og at fólk seta spurnartekin við hansara evni at meta um støðuna.

The Daily Telegraph, ið er eitt av teimum høgravendu bløðunum í Bretlandi, heldur, at uppsøgnin hjá løgreglustjóranum fer at geva forsætisráðharranum nóg mikið at hugsa um í komandi tíð.

David Cameron er í Afrika hesa vikuna, men hann hevur gjørt av at skarva tríggjar dagar burtur av ferðini orsakað av trupulleikunum heima í Bretlandi.