Campbell gevst í Arsenal

Verjuspælarin Col Campbell hevur nú boðað frá, at hann fer at skifta felag. Seinastu fimm árini hevur Sol Campbell spælt fyri enska felagið Arsenal, og tann 31 ára gamli verjuspælarin hevur spælt 197 dystir fyri Arsenal hesa tíðina. Nú er tað greitt,a t Campbell fer at spæla fyri eitt annað felag, tá ið europeisku kappingarnar byrja aftur í august. Campbell kundi hugsa sær at roynt seg í útlandinum.
- Sol hevur verið ein risi fyri okkum, men vit virða hansara avgerð um at skifta felag, sigur Arsenal-venjarin Arsene Wenger. Campbell spældi við í einum av dystunum hjá Onglandi undir HM í Týsklandi og hevur samanlagt spælt 69 landsdystir fyri Ongland.