Campbell til Notts County

Enska Notts County, sum spælir í fjórðu bestu deildini, ætlar sær veruliga at vinna seg upp á ensku tindarnar. Í summar varð Svenn Göran Eriksson settur sum venjari, og í gjár knýtti felagið Sol Campbell at hópinum. Sol Campbell, sum í dag er 34 ára gamal, hevur áður spælt við Tottenham, Arsenal og Portsmouth, umframt at hann eisini í fleiri ár var partur av enska landsliðshópinum. Umframt Campbell, hevur Notts County eisini keypt Kasper Schmeichel, Lee Hughes, Luke Rodgers, Ben Davies og Graeme Lee í summar.