Eric Cantona, sum er ein hin fremsti fótbóltsspælarin í søguni hjá Manchester United, og sum nú er filmsleikari er komin við einari útmelding, sum veruliga hevur givið endurljóð í Fraklandi.
Í einari útvarpssamrøðu segði Eric Cantona, at hann fór at hýsa einari heilari familju við flóttum, og hann ætlar at rinda mat og uppihald fyri tey í tvey ár.
Eric Cantona undirstrikaði í samrøðuni, at tað er ikki uttan grund, at hann ætlar at fremja hetta í verki. Sjálvur er hann eftirkomari hjá flóttarfólkum. Omman og abbin hjá honum flýddu undan fasistiska einaræðisharranum í Spania, Francisco Franco, sum ráddi fyri borgum í Spania millum 1939 og 1975.
- Eg ætli mær at samskifta við myndugleikarnar í Marseille um hvussu hetta skal fara fram. Um fólkini ikki hava nakað starv, tá tey koma her at verða, so tekur tað tvey ár hjá teimum at finna seg til rættis, og tað ætli mær at hjálpa til við, segði Eric Cantona í útvarpssamrøðuni.