Capello: Vánaligasti bólturin nakrantíð!

Bólturin, sum hevur fingið heiti ? Jabulani - hevur verið fyri nógvum ákroyringum síðani HM endaspælið byrjaði. Nú meldar Fabio Capello seg í kórið, sum gremur seg um bóltin.

 

- Bólturin er ræðuligur fyri spælararnar og ikki minst málmennirnar, sum ongan møguleika hava at rokna út hvar bólturin ferð, sigur Fabio Capello.

 

HM bólturin hevur fingið kritikk fyri at minni ov nógv um ein plastikkbólt. Bólturin er lættur og svevar nógv. Fleiri og fleiri lið royna seg við langskotum og tora illa at spæla bóltin runt, tí tað er so torføt.

 

- Til tíðir er bólturin ógjørligur at hava tamarhald á, sigur Fabio Capello at enda.

 

Fabio Capello leegur tó aftrat, at bólturin er góður til at spæla stuttar avlevering eftir jørð.