Carew gjørdi bart

Fyri tveimum vikum síðani flutti norski álopsspælarin John Carew frá franska felagnum Lyon til enska felagið Aston Villa, og leygardagin spældi Carew fyri fyrstu ferð á heimavøllinum hjá Aston Villa. Har treivst hann væl, tí hann skoraði einasta málið í dystinum, tá ið Aston Villa vann 1-0 á West Ham. West Ham trýsti óført í seinna hálvleiki, men Aston Villa kláraði at halda tætt til dystarlok.