info
Ongi úrslit

Carlos Alberto deyður

Legendarisk HM-hetja hjá Brasil andaðist brádliga í dag

info
André Olsen
25. oktober 2016 kl. 21:00
Fyrrverandi brasilski landsliðsliðskiparin, Carlos Alberto, andaðist í dag. Carlos Alberto fekk brádliga ein blóðpropp í hjarta, og doyði beinavegin, skriva brasilskir miðlar. 72 ára gamli Carlos Alberto arbeiddi fram til fyri tveimum døgum síðani sum fótbóltsviðmerkjari á brasilsku sjónvarpsstøðuni, Sport TV. Carlos Alberto var í 1970 ein týðandi partur av brasilska landsliðnum, sum vann HM í Meksiko. Tá spældi hann á liðið saman við Péle, Rivelino, Gerson og øðrum góðum monnum, og verður tað liðið mett sum eitt tað sterkasta landsliðið sum nakrantíð hevur spælt. Carlos Alberto spældi ongantíð í evropeiskum fótbólti sum klubb-leikari. Hann spældi nógv ár við Santos og Fluminese, har hann var við til at vinna meistaraheitið við báðum feløgunum. Aftaná fótbóltskarrieruna hevur hann eisini roynt seg sum venjari, har hann millum annað hevur vant Corinthians, Botafoto, Flamengo, umframt at hann hevur verið landsliðsvenjari hjá Oman og Aserbadjan. Allur heimurin hevur víst Carlos Alberto samkenslu í dag. Millum annað hevur týska legendan, Franz Beckenbauer, skriva á Twitter, at hann og konan, Heidi, eru skelkaði um deyðsboðini av Carlos Alberto. Franz Beckenbauer skrivar at Carlos Alberto var sum ein beiggi fyri hann, og var ein av hansara nærmastu vinmonnum.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

18 tímar síðan

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Magni Højgaard spyr um al­menna av­rúsing

37 minuttir síðan
Tíðindi

Fekk bót fyri at leggja upp til slagsmál

1 tími síðan
Tíðindi

Ukrainskt álop førdi til streymslit á Krim

1 tími síðan
Tíðindi

At vitja Norðurlond er sum at vitja eitt systkinabarn

1 tími síðan
Tíðindi

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

2 tímar síðan
Tíðindi

Funnu hassj og ketamin uppi á manni

2 tímar síðan
Tíðindi

Tríggir bil­før­ar­ar koyrdu til treyt­aða frá­døming

3 tímar síðan
Tíðindi

Russland sigur seg hava lopið á ukrainskan havnarbý

4 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ fær FM-steypið handað á Tórsvølli

4 tímar síðan
Tíðindi

Spreingingar í Riyad í nátt

5 tímar síðan
Hondbóltur

10 føroysk mál tá HØJ vann á Stoholm

6 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Hanusi tapti fyri 2. deildarliði í steypakappingini

12 tímar síðan