B68 heintaði undan kappingarbyrjanini í ár tveir spanskar leikarar til felagið. Hesir báðir vóru sostatt fyrstu sponsku leikararnir, sum nakrantíð hava spælt í føroysku deildini.
Men samstarvið við sponsku leikararnar hevur ikki eydnast eins væl og vónað á Toftum frammanundan.
B68 er botnlið í Effo-deildini, og eigur enn sín fyrsta sigur til góðar í Effo-deildini higartil í ár.
Hetta hevur eisini borið við sær, at felagið nú steðgar samstarvið við spanska áleyparan, Carlos Quintana Herrero, sum hevur skotið eitt mál fyri felagið í ár.
Sambært keldum hjá Miðlahúsinum fer spanski áleyparin heim til Spania fyrsta dagin, og verður sostatt ikki partur av hópinum hjá B68 í seinnu hálvu.
Ístaðin hevur felagið fingið sær ein bosniskan áleypara, sum helst skal skjóta neyðugu málini fyri toftamenn. Hann eitur Damir Ibric Yuksel.
Carlos gevst í B68 Carlos gevst í B68
Spanski áleyparin hjá B68 fer ikki at spæla við í seinnu hálvu
info
André Olsen
19. juli 2016 kl. 12:48
Mest lisið hesa vikuna
Løgreglan eftirlýsir mann í Havn
29. oktober kl. 07:44
So nógv vita danskir politikarar um Føroyar
30. oktober kl. 15:45
Aðalstjóri við meira enn einari millión krónum ársløn
1. november kl. 07:45
Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum
Í gjár kl. 23:18
Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn
Í gjár kl. 17:48
Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu
20 tímar síðan
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Valið í USA kann fáa týdning fyri trygdina í Evropa
10 minuttir síðan
Tíðindi
FAKTA: Soleiðis kunnu Demokratarnir brúka meirilutan í Kongressini
30 minuttir síðan
Tíðindi
Skuldsettur fyri at skaða tveir telduskíggjar
34 minuttir síðan
Tíðindi
Grønland hevur samtykt verjuavtaluna við USA
35 minuttir síðan
Tíðindi
Strandingar fegnast við Samuel
51 minuttir síðan
Fótbóltur
Elisabeth hevur skrivað undir við HB
1 tími síðan
Tíðindi
Bilur koyrdi inn framman fyri prutl
1 tími síðan
Fótbóltur
VIDEO: Soleiðis upplivdu Mattias og liðfelagarnir uppflytingina
2 tímar síðan
Tíðindi
Tveir koyrdu ímóti ferðsluni á Vaglinum
2 tímar síðan
Tíðindi
Góð og støðug gongd í triðja ársfjórðingi
2 tímar síðan
Tíðindi
Børn sótu ikki rætt íbundin við skúla í Havn
3 tímar síðan
Tíðindi
El-Sayed stendur til at gerast fyrsti muslimski senatorurin í USA
3 tímar síðan