Carlos gevst á landsliðnum

33 ára gamli Roberto Carlos hevur nú boðað frá, at hann gevst at spæla á brasilska fótbóltslandsliðnum. Brasil tapti leygardagin fjórðingsfinalu ímóti Fraklandi, og hetta gjørdist samstundis seinasti dysturin hjá Carlos. Roberto Carlos hevur verið stuðulsspælari á brasilska landsliðnum í nógv ár, og fyri fýra árum síðani var hann við til at vinna heimsmeistaraheitið. Nú reyk Brasil út úr endaspælinum longu í fjórðingsfinaluni, og tað var ein vónbrotin Carlos, sum boðaði frá sínari avgerð.