TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj fyrrverandi framherjan hjá West Ham, Manchester United, Manchester City og Juventus, argentinska Carlos Tevez fremja enn eina illgerð á fótbóltsvøllinum. Hendingin fór fram farna vikuskiftið.
Hesaferð var tað málverjin hjá argentinska liðnum, Newells Old Boys, Ezequiel Unsain, sum stóð fyri skotum. Liðið hjá Carlos Tevez, Boca Juniors var á odda 3-0 í heimadysti í bestu argentinsku fótbóltsdeildini, tá Carloz Tevez fekk eina góða fríspæling. Ezequiel Unsain í Newells Old Boys málinum gjørdi sítt besta at skerma av, og Carlos Tevez gjørdi ikki mætari enn at senda knæið í andlitið á Ezequiel Unsain við tí úrsliti, at Ezequiel Unsain hevur fingið eitt dupult kjálkabeinsbrot.
Carlos Tevez hevur áður framt harðskap á vølli í argentinsku kappingini. Fyrr í hesum kappingárinum breyt hann øklarnar hjá Argentinos Juniors spælaranum, Ezequiel Ham. Tá vitjaði Carlos Tevez Ezequil Ham á sjúkrahúsinum og bað um fyrigeving.
Fyri unga málverjan, Ezequiel Unsain, sum verður skaddur í minst sjey vikur kemur tað serliga illa við, tí fyri stuttum var hann tikin út til argentinska U20 landsliðið, sum higartil var hæddarpunktið á yrkisleið hansara.