Carrick skal stjórna United-miðvøllinum

Manchester United og Tottenham komu um vikuskiftið ásamt um prísin fyri miðvallarn, Michael Carrick. 25 ára gamli miðvallarin hevur staðið ovarliga á ynskilistanum hjá Alex Ferguson, sum hevur tørv á nýggjum stýrimanni eftir Roy Keane, sum ikki longur er í felagnum. Upprunaliga segði Tottenham nei takk til 120 mió kr., men tá United beyð 165 mió kr., samstundis sum Carrick vildi sleppa úr felagnum, valdi leiðslan á White Hart Lane at taka av. Tottenham keypti Carrick úr West Ham fyri 30 mió kr. fyri tveimum árum síðani.