Kári Davidsen
Nógv fólk hevði leitað sær oman í Club 20 hóskvøldið, har 4 flott ung fólk sýndu fram vetrarmótan 1999 frá Deres. Hetta var ikki sum tær mótasýningarnar, ið vit kenna frá t.d. SMS og aðrastaðni. Tey, ið sýndu fram, gingu nærum millum fólkini, og sostatt fekst tú betri møguleika at síggja klæðini. Tað, at sýningin gekk fyri seg niðri í Club 20, er eisini nakað nýtt.
-?Okkara kundar eru fyrst og fremst ung fólk. Og allarhelst tey somu, ið ganga í ?Club 20?. Ein kann siga, at okkara klæði síggjast aftur í ?Club 20?, so tað er rætta staðið at vísa tað nýggjasta fram?, sigur Hans á Lag, ið skipaði fyri mótasýningini.
Mótasýngingin var liður í verkætlan hjá Hans á Lag, ið júst er vorðin liðugur við útbúgving sína sum krambakallur innan klæði. Hetta er ein 3 ára lang útbúgving, ið kann takast í øllum handlum kring landið.
-?Útbúgvingin er júst nú sett upp í 3 ár frá 2 árum. Eg havi tikið útbúgvingina uppá 2 ár og eri nú í ferð við at leggja síðstu hond á endauppgávuna. Tann praktiski parturin gongur fyri her heima, ímeðan tann teoretiski parturin gongur fyri seg í Danmark. Eg havi verið 4 ferðir 2 vikur í Danmark á skúla.?
Hans á Lag hevur roynt ymiskt annað, áðrenn hann fór í læru. Hann gekk á HH, arbeiddi síðani sum múrari í eitt tíðarskeið og fór so til skips í nakrar mánaðar.
-?Tað er sjálvsagt ein stór broyting at fara frá sovorðnum arbeiði at arbeiða við klæðum, men eg havi altíð havt stóran áhuga innan alt við handil at gera. So tá ið møguleikin beyð seg - ja, so tók eg av.?
Hans er ídag leiðari av ítróttardeildini í ?Deres?, og tað skuldi hann havt gott hegni til. Mong munnu kenna Hans á Lag gjøgnum ítróttin. Hann hevur verið føroyameistari í bæði hondbólti, fótbólti og badminton.
-?Tað at selja ítróttarklæði passar mær væl, tað er nakað, sum eg kenni til.?
Men hóskvøldið vóru tað tó ikki ítróttarklæðini, ið vóru í hásæti.
-? Hetta var seinasti mótin áðrenn ár 2000, ið varð sýndur fram, so vit skuldu hava tað eitt sindur annarleiðis.?
Og tað var tað. Skotið var við sjampanju aftaná sýningina, og modellini arbeiddu sum barrvørar, tá ið borðreitt var við ?Alarma? ? nýggjasta ?vørumerki? hjá Club 20.