Síðani 2004 hevur kekkiski Petr Cech umboðað Chelsea og vunnið nógv steyp í felagnum. Fyri einum ári síðani var Thibaut Courtois settur at verja málið hjá Chelsea, og síðani hevur Cech sitið á bonkinum hjá felagnum. Tað hevur sjálvsagt ikki verið nøktandi fyri málmannin, ið telist ímillum teir bestu málverjarnar í heiminum.
Søgurnar hava gingið seinastu vikurnar, men nú er endaliga staðfest, at tað verður í Arsenal, at Petr Cech skal standa og verja málið. Hetta kunnger Arsenal á heimasíðu sínari.
Óvist er, hvussu nógv ár sáttmálin er galdandi. Helst kemur keypið av Cech at merkja, at kolumbiski landsliðsmálverjin, David Ospina, sum Arsenal keypti í fjør, verður noyddur at finna sær nýtt felag.