Celtic fær eisini nógvar pengar

Tað er ikki bara Southampton, ið fær pengar burturúr søluni av Virgil van Dijk til Liverpool.

Í gjár boðaði Liverpool frá, at felagið hevur keypt Virgil van Dijk frá Southampton. Prísurin var einki minni enn 630 milliónir krónur, og tað merkir at Virgil van Dijk er dýrasti verjuleikari í søguni.


Les eisini: Liverpool keypt van Dijk


Tað er tó ikki einans Southampton, ið fær nógvar pengar í kassan av hesari søluni. Eisini skotska felagið, Celtic, har Virgil van Dijk áður hevur spælt, fær góðar 60 milliónir krónur fyri metstóru søluna.


Celtic keypti Virgil van Dijk frá FC Groningen í 2013 fyri 21 milliónir krónur, og í víðarisøluni til Southampton í 2015 tryggjaði Celtic sær, at tað skuldi fáa 10% av upphæddini, um hann bleiv seldur víðari.