Challenge Trophy: Føroyar taptu finaluna

Hondbóltur: Tað eydnaðist ikki føroyska U23-manslandsliðnum at vinna finaluna í Challenge Trophy, sum teir leygardagin taptu tepurt 28-30 ímóti Moldova

Pætur Albinus

Tað var lagt upp til eina sera spennandi finalu ímillum Challenge Trophy-bólkavinnararnar báðar, Føroyar og Moldova, sum varð leikt í Belgrad í Serbia, har EM-endaspælið í hondbólti eisini verður leikt í løtuni. Føroyar hevði við stórum stíli spælt seg í finaluna. Í bólkaspælinum, sum varð leikt í írska býnum Limerick í novembur í fjør, vundu Føroyar burturúr Onglandi og Írlandi ávikavist 40-22 og 30-20, áðrenn teir vunnu tætta og avgerandi dystin ímóti Georgia við 23-21.
Hetta tryggjaði teimum pláss í finaluni, sum altso varð leikt í serbiska høvuðsstaðnum, Belgrad, leygardagin.

Moldova við áræði
Moldova vísti meiri áræði í fyrra hálvleiki og trýstu føroysku leikararnir til at spæla upp til sítt allarbesta, sum teir í stórum løtum ikki gjørdu og misnýttu alt ov nógvar málmøguleikar. Málmaðurin hjá Moldova stóð sera stinnur og gjørdi tað trupult fyri okkara menn.
Tað var serliga Anatollo Bulov hjá Moldova, sum setti sín dám á fyrra hávleik. Hann skeyt fimm mál bara í hesum hálvleikinum og var høvuðsorsøkin til, at Moldova slapp til hálvleiks við einari 15-9-leiðslu.

Spældu seg upp
Í seinna hálvleiki spældu føroysku menninir seg spakuliga upp og Moldova sá út til at vikna nakað í bæði álops- og verjupartinum. Leiðslan hjá moldovum var tó nakað stór at fáa tamarhald á, og tá ið málmaður teirra helt fram við at vísa stórspæl, gjørdist mótbrekkan ov brøtt. Føroyar hevði framvegis stórar møguleikar, ið vórðu misnýttir, og bara ein minutt fyri leiklok høvdu teir møguleika at minka um niður í bara eitt mál, men aftur stóð málmaðurin fyri.
Føroyar komu ov seint í gongd við góða spælinum, og hóast Dánjal Tórgarð skaraði framúr við 10 málum, so var ov seint og Moldova vann finaluna 30-28.

Forkunnug vitjan
Finalan varð spæld mitt í EM-meldrinum í Belgrad, og í hesum sama sambandi er øll leiðslan í EHF, altjóða hondbóltssambandinum, savnað har. Tað var forsetin í EHF, Tor Lian, og varaforsetin, Miguel Roca Mas, ið handaðu gull- og silvurkrónurnar til leikararnar.
Hjá føroyska liðnum varð tann bara 17 ára gamli Jóhan á Plógv Hansen kosin dagsins leikari. Hann spælir við Skanderborg Håndbold í fremstu donsku hondbóltsdeildini.

Føroyar – Moldova 30-28 (15-9)

Føroyar: Dánjal Tórgarð (10) Jóhan á Plógv Hansen (5) Andreas Nielsen (3) Rúni V. Højgaard (2) Rógvi Sørensen (2) Niklas Reginsson (2) Hans Eli Sigurbjørnsson (1) Joen Pauli Høgnesen (1) Bartal T. Kamban (1) Sigmundur Dahl (1)

Útvísingar: 6x2min.

Moldova: Anatolli Bulov (7) Ivan Maruha (4) Mihail Maruha (4) Serghei Costin (4) Alexandr Lupasco (4) Iaroslav Vitehovschi (3 )Eduard Scripinic (2) Evgheni Ursuleac (2)

Útvísingar: 4x2min.

[email protected]