Champions League bólturin rullar aftur

Champions League: Kreppurakta Liverpool er millum feløgini, ið er trýst til sigurs

Í dag verða fyrstu dystirnir í 3. umfari í bólkaspælinum í Champions League. Í bólki A er trýst til sigurs á heimavølli móti Rangers, meðan Inter Milan og FC Barcelona kempa um hvør skal fylgja Bayern Munchen víðari úr bólki C.

 

Bólkur A:

 

Napoli hevur fult stigatal undan fráferðini til Amsterdam. Vinnur Napoli í dag, so er víðari luttøkan næstan vís. Hetta er eisini uppgerðin millum Johan Cruyff og Diego Maradona. Nakað, sum hevur fylgt í upptaktini.

 

Í Liverpool er stórt trýst á Jurgen Klopp og hansara monnum, sum í løtuni liggja á 9. plássi í Premier League, og stórtapið fyri Napoli ger seg galdandi í støðuni í bólkinum. Liverpool er favorittur at vinna á Rangers, sum ikki hevur fingið stig enn í bólkaspælinum.

 

Ajax – Napoli (20.00)

 

Liverpool – Rangers (20.00)

 

Bólkur B:

 

Belgiska Club Brugge er púra óvæntað oddalið í bólkinum við seks stigum fyri tveir dystir. Teir fáa í kvøld vitjan av Atletico Madrid, sum á pappírinum er sterkasta liðið í bólkinum. FC Porto er enn ikki komið á talvuna og tað skal henda í kvøld móti Bayer Leverkusen, um teir skulu gera sær vónir um at koma víðari.

 

Club Brugge – Atletico Madrid (20.00)

 

FC Porto – Bayer Leverkusen (20.00)

 

Bólkur C:

 

Tað tykist ongin ivi vera um, at Bayern Munchen ætlar sær víðari úr bólkaspælinum, eftir sigrar á bæði Inter Milan og FC Barcelona. Í kvøld fáa vit eina ábending, um tað verður Inter ella Barcelona, sum kemur víðari saman við týska stórfelagnum.

 

Bayern Munchen – Viktoria Plzen (17.45)

 

Inter Milan – FC Barcelona (20.00)

 

Bólkur D:

 

Mest avgerandi dysturin í hesum bólkinum er millum Marseille og Sporting Lisbon. Suðurfranska stórfelagið, sum enn er einasta franska felagið at vinna kappingina, skal vinna á odda liðnum í bólkinum. Eintracht Frankfurt og Tottenham hava hvør síni trý stig.

 

Marseille – Sporting Lisbon (17.45)

 

Eintracht Frankfurt – Tottenham (20.00)