Champions League: Elias og liðfelagarnir vunnu í Ungarn

THW Kiel hevur vunnið seg beinleiðis í Champions League fjórðingsfinalurnar

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel spældu í kvøld torføran útidyst í bólki A í Champions League móti ungarska liðnum, Szeged.

 

Tað eydnaðist Kiel at vinna harðvunnan 28-27 sigur. Úrslitið merkir, at Kiel endar millum tvey ovastu liðini í bólki A, og hevur sostatt vunnið seg beinleiðis í fjórðingsfinalurnar. Liðini sum enda á endastøðunum millum nummar trý og seks skulu spæla áttandapartsfinalur.

 

Kiel var á odda 16-14 í steðginum.

 

Elias gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Kiel við fimm málum, umframt at leggja upp til mál hjá viðleikarunum.

 

Eric Johansson sum skoraði sigursmálið til 28-27 var toppskjútti hjá Kiel við átta málum.

 

Tað sær ikki so ljóst út hjá Kiel at endurvinna týska meistaraheitið, so teir fara beinhart eftir at vinna Champions League.

 

Kiel er fremst í bólki A við 20 stigum. Nummar tvey er AaB við 16 stigum. AaB kann við sigri á útivølli móti Eurofarm Pelister í kvøld koma upp á 18 stig. 

 

Í annaðkvøld spælir PSG móti RK Zagreb á útivølli. PSG hevur 15 stig á triðja plássinum, og kann í mesta lagi fáa 19 stig. Kielce hevur 13 stig á fjórða plássinum.