Í kvøld verður Champions League finalan millum Paris Saint Germain og Bayern Munchen. Fyri PSG er talan um fyrstu Champions League finaluna í søguni hjá felagnum, meðan hetta er 11. ferðin at Bayern Munchen skal spæla eina Champions League finalu.
- Tað er ein fyrimunur at Bayern Munchen eru so vanir við at spæla í slíkum dystum, men tað er ikki ein avgernadi munur, sigur Thomas Tuchel, venjari hjá PSG.
Franska høvðusstaðarliðið hevur í Keylor Navas og Ángel Di María tveir fyrrverandi vinnara fyri Real Madrid, og í Neymar ein fyrrverandi vinnara av kappingini í FC Barcelona. Teir eru upp í móti Bayern Munchen, sum hevur vunnið kappingina fimm ferðir, og hevur verið í finaluni tíggju ferðir.
Bæði liðini hava ein framúr álopspart. Neymar, Ángel Di María og Kylian Mbappe ganga hjá odda hjá PSG, meðan Thomas Müller, Serge Gnabry og Robert Lewandowski. Fleiri viðmerkjarar halda, at tað verður tað liðið, sum fær verjuna at rigga, ið vinnur. Bæði liðini hava ávísar avbjóðingar, men serliga Bayern Munchen hevur í ávísum løtum sæð illa út í verjuni, men FC Barcelona og Lyon megnaðu bara ikki at umseta til mál.
##med2##
Paris Saint Germain er felag nummar 41, ið røkkur eina Champions League finalu. Higartil hava 22 ymisk feløg vunnið kappingina, men ikki PSG. Nýrýku fraklendingarnar hava bara vunnið eitt steyp í Evropa. Tað var í 1996, tá PSG vann 1-0 á Rapid Wien í finaluni í UEFA Cup Winners' Cup. Árið eftir taptu teir finaluna móti FC Barcelona.
Bara eitt franskt felag hevur vunnið Champions League. Tað er Marseille, sum vann Champions League finaluna í 1993 við 1-0 sigri á AC Milan.
##med3##
Fyri Bayern Munchen ger ein sigur, at felagið kemur upp á seks Champions League steyp, sum er ájavnt Liverpool. Bara Real Madrid (13 ferðir) og AC Milan (7 ferðir) hava vunnið fleiri. Bayern Munchen vann seinast Champions League í 2013, tá teir vunnu 2-1 á landsmonnunum úr Borussia Dortmund.
##med4##
Champions League finalan:
Paris Saint Germain – Bayern Munchen (20.00)
Møgulig uppstillin hjá PSG: Rico; Kehrer, Thiago Silva, Kimpembe, Bernat; Verratti, Marquinhos, Herrera; Di María, Neymar, Mbappé
Ivasamir: Kurzawa, Navas
Møgulig uppstillin hjá Bayern: Neuer; Kimmich, Boateng, Alaba, Davies; Goretzka, Thiago; Perišić, Müller, Gnabry; Lewandowski
Ivasamir: Boateng, Pavard