Champions League finalan sæst á DR2

Finalan: Füchse Berlin-Magdeburg byrjar sunnudagin klokkan 17

Mynd: Füchse Berlin

Tað vera somu liðini, ið vóru í harðari kapprenning um at vinna týsku bundesliguna, liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin og Magdeburg, ið skulu spæla FINAL FOUR finaluna í Champions League í Lanxess høllini í Köln í morgin klokkan 17. 

 

Meðan Hákun og liðfelagarnir vunnu greitt 34-24 (18-12) á franska liðnum, Nantes í sínari hálvfinalu, so vann Magdeburg á verandi meistarunum, Barcelona við minsta marginali í hinari hálvfinaluni. Magdeburg vann 31-30 (18-18) á Barcelona. 

 

Í bundesliguni var Füchse Berlin bert eitt stig frammanfyri Magdeburg, og tað er einki at ivast í, at finalan millum týsku liðini í morgin verður sera jøvn og spennandi.

 

Hákun skrivar søgu í morgin við at vera fyrsti føroyingurin, ið spælir finalu í Champions League. 

 

Finalan sæst á DR2. Sendingin byrjar klokkan 16.30. 

 

 

 

Mynd: Füchse Berlin