Bólturin rullar á FM1 tá tíðindasendingin klokkan 17 er liðug, tað er umleið 17.15.
Tróndur Arge verður beinleiðis ígjøgnum við undansamrøðum, og tá hann fer at siga frá Champions League undankappingardystinum millum KÍ og Bodø/Glimt, ið byrjar klokkan 18 verður Hjalgrím Elttør viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
Bodø/Glimt er á odda 3-0, men KÍ fer at leggja nógv fyri at vinna dystin, og harvið vinna føroyska roknskapinum týdningarmikil stig.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo