Champions League: Hákun næstbesti málskjúttin tá Füchse vann oddadystin

Füchse Berlin hevur vunnið innleiðandi bólk A

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í kvøld bólkafinaluna í innleiðandi bólki A í Champions League.

 

Dysturin var á útivølli móti Aalborg.

 

Tað eydnaðist Füchse Berlin at vinna dystin 35-31. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 16-15 í steðginum.

 

Hákun var saman við Tim Freihöfer næstbesti málskjúttin hjá Füchse Berlin. Teir skutu fimm mál hvør. Mathias Gidsel var við átta málum toppskjútti hjá Füchse Berlin. 

 

Füchse er fremst í bólkinum við 22 stigum, og teir hava vunnið bólkin. Aalborg er nummar tvey við 19 stigum.

 

Komandi mikukvøld klokkan 19.45 spælir Füchse Berlin seinasta dystin í innleiðandi bólkaspælinum. Tá verður talan um dyst móti franska liðnum, Nantes á heimavølli í Max Schmelling høllini í Berlin.