At tað ikki altíð er liðið við dýrastu leikaranum, ið vinnur, varð prógvað í aðru hálvfinaluni í Champions League í manshondbólti.
Les eisini: Hondbóltur: Í dag byrjar Final-4 í Champions League
Her tapti heimsins ríkasta hondbóltsfelag, Paris Saint-Germain, nevnliga fyri landsmonnunum úr HBC Nantes.
Nantes var av veddingarfyritøkunum mett sum liðið, við ringasta møguleika at vinna Final-4 stevnuna, men hetta løgdu fraklendingarnir lítið í.
Nantes var nevnliga greitt á odda meginpartin av dystinum, millum annað orsakað av einum stórspælandi Cyril Dumoulin í málinum. Stutt fyri leiklot eydnaðist tað tó PSG at minka um munin niður í eitt mál, til støðuna 29-28. Og tá ið Nantes fekk tvær útvísingar ímóti sær stutt eftir, var líkt til at PSG fór at venda dystinum til sín fyrimun.
Men enn einaferð varð málverjin, Cyril Doumulin fyri, tá ið hann bæði bjargaði einum stórum møguleika og einum brotskasti frá Mikkel Hansen. Hetta avgjørdi dystin, ið endaði 32-28, og merkir at Nantes er fyrsta liðið í Champions League finaluni.
Nantes hittir antin Montpellier ella RK Vardar. Hetta verður avgjørt í hini hálvfinaluni, ið verður leikt í dag klokkan 17.00.
Finalan verður í morgin, sunnudagin 27. mai klokkan 17.00.