Seks dystir eru leiktir í deildarspælinum í Champions League í kvøld.
Á Anfield í Liverpool eydnaðist tað vertunum at vinna 3-2 á Atletico Madrid. Liverpool var frammanfyri 2-0 longu tá seks minuttir vóru leiktir. Men Atletico kom afturíaftur. Tað eydnaðist tó Virgil van Dijk (myndin) at tryggja heimaliðnum sigurin.
Í München tapti Chelsea 1-3 fyri Bayern, og í Prag tryggjaði Bodø/Glimt sær eitt søguligt stig við javnleiki 2-2 móti Slavia Prag. Bodø/Glimt var aftanfyri 0-2 í dystinum.
Verandi meistararnir, Paris Saint Germain vunnu á heimavølli stórsigur 4-0 á Atalanta. Kýpriotiska liðið, Pafos megnaði á útivølli ein flottan 0-0 javnleik móti Olympiakos, og Ajax Amsterdam tapti á heimavølli 0-2 fyri Inter Milan.
HER eru úrslitini og málskjúttarnir í teimum seks dystunum:
Liverpool-Atletico Madrid 3-2 (2-1)
1-0 Andrew Robertson ('4 )
2-0 Mohamed Salah ('6 )
2-1 Marcos Llorente ('45 )
2-2 Marcos Llorente ('81 )
3-2 Virgil van Dijk ('90+ )
Bayern München-Chelsea 3-1 (2-1)
1-0 sjálvmál ('20 )
2-0 Harry Kane, br. ('27 )
2-1 Cole Palmer ('29 )
3-1 Harry Kane ('63 )
Slavia Prag-Bodø/Glimt 2-2 (1-0)
1-0 Youssoupha Mbodji ('23 )
2-0 Youssoupha Mbodji ('74 )
2-1 Daniel Bassi ('78 )
2-2 Sondre Fet ('90 )
Paris Saint Germain-Atalanta 4-0 (2-0)
1-0 Marquinhos ('3 )
2-0 Khvicha Kvaratskhelia ('39 )
3-0 Nuno Mendes ('51 )
4-0 Goncalo Ramos ('90 )
Olympiakos-Pafos FC 0-0
Ajax Amsterdam-Inter Milan 0-2 (0-1)
0-1 Marcus Thuram ('42 )
0-2 Marcus Thuram ('47 )