Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel tóku í kvøld ímóti norska liðnum, Kolstad í Champions League.
19. oktober vann Kolstad 34-30 á Kiel á heimavølli í Tróndheimi, men í kvøld var tað Kiel sum var omaná.
Men tað var ikki meir enn akkurát. Rune Dahmke skoraði sítt einasta mál, ið gjørdist sigursmálið til 26-25 beint undan dystarloki.
Tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum var Kolstad á odda 25-24, men tað eydnaðist Kiel at koppa dystin teirra veg.
Kiel er fremst í bólki A við 15 stigum. Aalborg og Kielce hava 12 stig hvør.
Elias skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir.
Longu komandi leygarkvøld klokkan 19.30 spælir Kiel útidyst móti Erlangen í týsku bundesliguni.
Komandi dystur í Champions League hjá Kiel verður leiktur 14. februar. Tá spælir Kiel móti Kielce á útivølli.