Everton hevur í dag boðað frá, at Carlo Anchelotti verður nýggjur venjari í felagnum. Hann avloysir Marco Silva, sum bleiv koyrdur fyri kortum.
Italski Carlo Ancelotti er eitt kent navn í fótbóltsheiminum. Hann er júst koyrdur í Napoli, men hevur frammanundan vunnið Champions League við Real Madrid og AC Milan. Hartil hevur hann verið venjari hjá stórfeløgum sum Juventus og Paris Saint-Germain. Everton stríðist í niðurflytingarstríðnum í Premier League, og tí kemur setanin av einum Champions League vinnara eitt sindur óvart á.
Everton skal í dag spæla móti Arsenal, sum eisini hevur fingið nýggjan venjara í Mikel Arteta. Tað verður tó Duncan Ferguson, fyrrverandi áleyparin í felagnum, sum skal standa á odda fyri Everton í dag. Hann hevur fingið góð úrslit sum fyribilsvenjari við Everton, tí felagið hevur vunnið 2-1 á Chelsea og spælt javnleik á Old Traffort móti Manchester United.