Charles III er nú kongur: Vit eru í djúpari sorg

Bretland hevur fingið Charles kong sum nýtt ríkishøvur beint eftir at Elizabeth drotning er deyð

Bretski Charles kongur, sum hevur tikið við trúnuni eftir Elizabeth drotning, hevur í kvøld sent út síni fyrstu boð sum kongur.

Tað hendir, beint eftir at kongshúsið váttaði, at drotningin er deyð.

– Deyði kæru móðir mína Hennara Hátign Drotningin er ein løta við djúpari sorg fyri meg og okkum øll í familjuni, sigur hann í eini fráboðan.

– Vit syrgja djúpt, at ein virðismettur monarkur er farin og ein ein høgt elskað móðir. Eg veit, at deyði hennara fer at merkjast í øllum landinum og kongaríkinum av fólki kring allan heimin allan, skrivar nýggi kongurin.

Elizabeth drotning sovnaði stillisliga seinnapartin 96 ára gomul.

/ritzau/

##med2##