Seinastu tíggju dagarnar hevur Charlotta á Váli Olsen tikið sæti á tingi fyri Jenis av Rana. Hon tók sæti fyri Jenis hin 12. november. Jenis av Rana endaði sítt farloyvi í gjár ? hósdagin.
Í blaðnum í gjár frætti vit um ein fyrispurning hjá henni viðvíkjandi neurologtænastuni. Tingið samtykti uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
Á øðrum plássi hjá Miðflokkinum í Suðurstreymoy stóð á jøvnum. Tey bæði, Charlotta á Váli Olsen og Jónfinn Olsen, fingu bæði 47 atkvøður. Tískil skuldi lutakast til fyri at gera av, hvør av teimum skal gerast varamaður hjá Jenisi.
Valstýrið tók lut, og valið fall so á Charlottu, sum fyri fyrstu ferð á hesum sinni hevur tikið sæti á Føroya Løgtingi.
Viðmerkjast skal, at tað eydnaðist okkum hvørki at fáa fatur á Jenis av Rana ella Charlottu á Váli Olsen til eina viðmerking.
Charlotta á Váli Olsen er 47 ára gamul og ættað úr Klaksvík. Hon er útbúgvin pedagogur og starvast til dagligt sum leiðari á frítíðarskúlanum á Argjum.