Chelsea eigur mest í HM

Ikki færri enn 17 spælarar úr hópinum hjá Chelsea verða við, tá HM-endaspælið í Týsklandi verður blást ígongd um lítlan mánað. Hetta eru fleiri, enn nakað annað lið hevur. Næst flestar spælarar eigur Arsenal, sum hevur 15 HM-spælarar í sínum hópin. Síðani koma Milan (14), Manchester United og Juventus (12), Barcelona (11) meðan Al Hilal, Bayern München, Deportiva Saprissa, Dynamo Kiev og Real Madrid eiga 11 spælarar, sum fara til Týsklands at spæla.