Chelsea er nú víðari

Fótbóltur, UEFA Champions League: Enska liðið gjørdist tað triðja, sum tryggjaði sær sess í fjórðingsfinalunum, nú bert eitt leikumfar restar í bólki C og D

Týskvøldið vórðu næst seinastu dystirnir í bólki C og D í øðrum bólkaspælinum leiktir í eurpeisku kappingini fyri meistarar. Til samans var talan um fýra dystir, og meðan nøkur úrslit gjørdu myndina greiðari, viðførdu onnur, at spenningurin um seinastu fjórðingsfinalusessirnar gjørdist enn størri.


Bólkur C

Bayern fremst

Bayern München, sum í undanfarnu viku tryggjaði sær frmhaldandi luttøku í fjórðingsfinalunum, tryggjaði sær eisini fyrstaplássið í bólkinum, tá teir týskvøldið vunnu 2-1 á norska Rosenborg.

Í mun til eitt nú báðar sigrarnar móti Real Madrid, kom spælið hjá týsku meistarunum tó ongantíð upp á somu hæddir, men kortini var hetta nóg mikið til at basa botnproppinum í bólki C.

Rosenborg hevði tó eisini sínar møuleikar at skora, men tá John Carew eftir góðan tíma endiliga megnaði at leggja bóltin í netið, høvdu týskararnir longu fingið tvey mál, sum Mehmet Scholl og Poulo Sergio høvdu skotið við ávíkavist frí- og brotssparki.

Hin dysturin í bólki C hetta kvøldið stóð millum Real Madrid og Dynamo Kiev, og her gjørdist endaliga úrslitið 2-2.

Heimaliðið legði seg á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, tá Raul sendi eitt brotsspark í netið, eftir at Morientes varð feldur í ukrainska brotsteiginum. Stutta løtu seinni, fekk Dynamo Kiev møguleikan frá ellivu metrum, eftir at Demetradze varð feldur í spanska brotsteiginum, men vanliga tryggi Rebrov misnýtti gylta møguleikan, tá Casillas bjargaði skotinum.

Tíggju minuttir seinni gjørdi ukrainski starvsfelagin, Shovkosky, honum kynstrið eftir, tá Raul enn eina ferð fekk møguleikan frá ellivu metrum, og sostatt góvu trý brotsspørk innan 12 minuttir bert ta eina málið.

Beint fyri hálvleik javnaði Dynamo Kiev, tá Khatskevich skallaði eitt innlegg frá Rebrov í netið og í seinna hálvleiki tóku teir leiðsluna, tá Hierro avrættaði eitt skot frá Demetradze.

Bjargingin hjá spanska liðnum gjørdist eitt fríspark, sum Roberto Carlos bankaði í netið smáar 20 minuttir fyri leiklok.

Javnleikurin ber við sær, at liðini bæði framhaldandi eru púra jøvn á stigatalvuni, men tá innahýsis uppgerðirnar telja við javnstøðu í stigum, er Real Madrid á øðrum plássi.

Avgerðin um, hvør skal fylgja Bayern München til fjórðingsfinalurnar, má sostatt bíða til seinasta umfar. Tá hava bæði liðini útivøll. Dynamo Kiev skal til München og Real Madrid skal til Trondheim.


Bólkur D

Chelsea víðari

Enska Chelsea gjørdist triðja liðið, sum tryggjaði sær luttøku í fjórðingsfinalunum, tá teir á útivølli vunnu 3-1 á hollendska Feyenoord.

Longu í áttanda minutti hevði Chelsea møguleikan at leggja seg á odda, men Lebeouf misnýtti brotssparkið, sum Tore Andre Flo hevði vunnið enska liðnum. Chelsea kom tó á odda seint í fyrra hálvleiki, tá italiumaðurin Zola smoygdi sær inn um verjuna og legði bóltin í netið.

Hollendsku meistararnir javnaðu til 1-1, tá 15 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, men teir vóru nóg illa lidnir at takka Kalou fyri málið, tá Dennis Wise aftur hevði lagt Chelsea fram um. Fimm minuttir seinni var leyst og liðugt, eftir at norski Tore Andre Flo hevði langað bóltin upp í trýkantin.

Chelsea er nú trý stig framman fyri Feyenoord á triðjaplássinum, men við muninum í innanhýsis uppgerðunum, eru onglendingarnir vísir í at koma fram til fjórðingsfinalurnar.

Lazio vann seg upp á annað plássið í bólkinum, tá teir á heimavølli vundu burtur úr franka Marseille.

Simone Inzaghi misnýtti eitt brotsspark, tá góður tími var leiktur av dystinum, men áskoðararnir hjá heimaliðnum munnu helst hava fyrigivið honum hetta, tí frammanundan hevði hann longu skotið eitt reint hat-trick.

Tað vóru annars mong, sum rystu við høvdinum, tá svenski venjarin hjá Lazio, Sven Goran Erikson, hevði tikið Inzaghi fram um kilenska Marcelo Salas, men lítli italiumaðurin takkaði fyri álitið.

Undan steðginum hevði hann longu skotið Lazio fram um 3-0, og eftir at Leroy hevði minkað um munin stutt inni í seinna hálvleiki, og Inzaghi sjálvur hevði misnýtt brotsspark, gjørdi hann aftur málið til 4-1.

Móti endanum av dystinum skeyt Alan Boksic Lazio upp á 5-1, og tapið hevði við sær, at Marseille nú er úti úr kappingini.