Talan var um fult uppibornan sigur, har heimaliðið størsta partin av dystinum var leikliga omaná.
Alt bendi tó ein málleysan fyrra hálvleik, men beint undan steðginum skoraði verjuspælarin, Nemanja Vidic, til 1-0.
Eftir steðgin hevði heimaliðið tamarhald á tí mesta. Og við málum frá Wayne Rooney og Dimitar Berbatov staðfestu teir so ruddiliga, at teir - um nakar - eru liðið, sum skal fanga Liverpool aftur í oddastríðnum.
Liverpool er framvegis fimm stig á odda í ensku Premier League, men Manchester United hevur spælt tveir dystir færri.