Chelsea greiddi sín setning

Champions League: Chelsea vann á Lille, meðan Villarreal og Juventus deildu stigini

Tvær fyrru 1/8 finalur í Champions League hava verið í kvøld. Chelsea vann 2-0 á franska Lille á Stamford Bridge. Í Spania endaði tað við javnleiki 1-1 millum Villarreal og Juventus.

 

Chelsea var favorittur og greiddi sín setning. Í fyrra hálvleiki skoraði Kai Havertz eftir hornaspark, og í seinna hálvleiki spældi Ngolo Kanté amerikumannin Christian Pulisic leysan. Hann takkaði fyri álitið og skoraði til 2-0.

 

Juventus kom á odda longu aftaná 32 sekund í dystinum móti Villarreal. Málskjútti var nýinnkeypti Dusan Vlahovic. Daniel Parejo javnaði fyri heimaliðið, sum át seg inn aftur í dystin.

 

Champions League 1/8:

 

15. februrar:

 

PSG – Real Madrid 1-0

 

Sporting – Manchester City 0-5

 

16. februrar:

 

Red Bull Salzburg – Bayern Munchen 1-1

 

Inter Milan – Liverpool 0-2

 

22. februrar:

 

Chelsea – Lille 2-0

 

Villarreal – Juventus 1-1

 

23. februrar:

 

Atletico Madrid – Manchester United (20.00)

 

Benfica – Ajax (20.00)