Tað vóru tríggjar broytingar í liðuppstillingunum í mun til vætnaðu uppstillingarnar. Manchester City byrjaði við Raheem Sterling, meðan Fernandinho byrjaði á bonkinum. Fyri Chelsea byrjaði Kai Havertz í staðin fyri amerikumannin Christian Pulišić. Tað skuldi vísa seg, at verða ein góð avgerð.
Timo Werner hevur havt trupult við at umseta málmøguleikar til mál, og so var aftur í kvøld. Hann fekk kanska størsta kjansin í fyrstu løtuni. Manchester City hevði yvirtakið í spælinum og tað var brúk fyri verjuni hjá Chelsea í løtum.
Tríggjar minuttir fyri hálvleik legði Mason Mount ein dreyma avlevering til týska Kai Havertz. Ederson kom út úr málinum hjá Manchester City, men rakk ikki fram til bóltin. So kundi Kai Havertz reka framvið málverjanum og trilla bóltin í tóma málið.
Í seinna hálvleiki legði Manchester City nógv fyri, men serliga liðskiparin, Cesar Azpilicueta, spældi ein branddyst í verjuni og ruddaði vekk, tá mest stóð á. Tað kom illa við hjá Manchester City, at Kevin De Bruyne mátti av vøllinum, eftir samanstoyd.
Innskifti Christian Pulišić fekk ein gyltan møguleika at avgera dystin í seinna hálvleiki, men fyrsti amerikumaðurin í eini Champions League finalu, megnaði ikki at krýdda tað við einum kassa. Manchester City hevði onkra spenta støðu, men verjan hjá Chelsea stóð stinn. Her skal eisini nevnast, at danski Andreas Christensen kom á vøllin í fyrra hálvleiki, eftir at Thiago Silva mátti takka fyri seg vegna skaða.